Kunning

Gjaldast kann í hondina ella við FR/VISA korti

Stutt læknaváttan, t.d. sjúkskriving: 200 kr

Koppseting út um tað almenna tilboðið: 200 kr fyri fyrstu innspræning, 100 kr fyri eftirfylgjandi

Koyrikortváttan: 300 kr

Sjófartsváttan ( Bláa bók): 700 kr

"Medsejlads" : 300 kr

Heilsuváttan til matvøruvirki: 320 kr

AFS: 400 kr

CISV: 300 kr

ALS: 450 kr

Aðrar: eftir galdandi sáttmála ella meting

Trygdargrunnurin : 200 kr

Vanlig viðtala, sum Heilsutrygd ikki rindar: minst 300 kr

Nú er bert neyðugt við 2 koppsetingum fyri HPV, fyrr vóru 3 innspræningar til samans.

Gentur í 12 ára aldri kunnu fáa ókeypis kopping fyri HVP, sum kann vera atvold til lívmóðurhálskrabba.

Øllum kvinnum, sum eru millum 25 og 60 ára aldur, stendur í boði ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa eina innkalling, tá tær fylla 25 ár. Síðan verður kanningin endurtikin 3. hvørt ár.

Kommunulæknin ger eina heilt vanliga undirlívskanning og skravar so kyknur av lívmóðurhálsinum. Hetta sýni verður síðan sent til mikroskopiska kanning í Danmark.

Endamálið við hesi fyribyrgjandi kanning er at finna kyknubroytingar, áðrenn tær gerast til veruligan krabba.

Finna vit broytingar, skal hetta fylgjast neyvari. Hjá kommunulækna, um tær eru lættar og hjá serlækna í kvinnusjúkum, um tær eru meira týðiligar.

Kanningin verður ikki so eftirfarandi, um tú ert við barn ella hevur átt innan 3 mánaðir. Somuleiðis er best at taka hana mitt í millum mánasjúkubløðingarnar.




Tá tú ert óarbeiðsfør/førur, er tað tín ábyrgd at vita, um tú fært løn frá tínum arbeiðsgevara ella ei. Ikki allir arbeiðsgevarar krevja læknaváttan um tína sjúku, fyrr enn ein tíð er fráliðin.

Spyr tín arbeiðsgevara, tí er tað ikki neyðugt, sleppa vit undan at nýta tíð til skriving, og tú sleppur undan at gjalda 200 kr.

Um tú ikki fært løn frá arbeiðsgevara, hoyrir tú kanska til bólking, sum eigur rætt til dagpening. Kanna tíni rættindi.

Hevur tú rætt til dagpening, eigur tú at søkja um hetta innan 4 vikur eru farnar frá fyrsta fráverudegi.

Umsóknarbløð liggja á heimasíðuni hjá Almannastovuni. Tú fyllir fyrra partin út, tín/tínir arbeiðsgevara seinra, og skalt ansa eftir, at umsóknin kemur á Almannastovuna innan tær 4 vikurnar.

Fyri vanligar sjúkur eitur umsóknarblaðið dp 100.

Lækni skal eisini fylla út læknaváttan til Almannastovuna. Tú vendir tær til okkara um hesa váttan, so skjótt, sum sjúkan byrjar.

heimasíðuna hjá Almannaverkinum:

Ferðast tú til onnur lond, kann vera ráðiligt at verða koppsettur fyri ávísar sjúkur.

Ger tær hetta greitt í góðari tíð, tí summar koppsetingar skulu endurtakast innan fráferð, so ofta er skotbráið stutt.

Vit skulu saman leggja eina ætlan, sum hóskar til tína ferð, antin í telefonviðtalu ella her.

Síðan fært tú viðtalutíð til fyrstu koppsetingarnar. Koppingarevnið fast á apotekinum eftir forskrivt.

Les meira her: http:// rejser.ssi.dk/rejser