Læknahúsið í Gundadali

Hetta er heimasíðan hjá læknunum í Gundadali

Læknahúsið í Gundadali hevur 4 læknaviðtalur. Tær virka sum 4 sjálvstøðugar eindir. Tað er tó soleiðis, at er ein læknaviðtala stongd, verður víst til eina aðra, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp.

Heimasíðan virkar sum heimasíða fyri allar læknarnar í Gundadali. Høgrumegin síggjast tíðindi frá ymsu læknunum. Eisini hevur hvør lækni eina undirsíðu, har tíðindi, sum eru viðkomandi fyri sjúklingar hjá tí læknanum, standa. Umframt er møguleiki fyri at bíleggja/avlýsa tíð, bíleggja heilivág og fáa svar um kanningar.

Tær 4 læknaviðtalurnar í Gundadali eru:

Bilsamband, busssamband og atgongd fyri rørslutarnað

Læknaviðtalurnar eru á Tinghúsvegi 70. Koyrandi er frá Hoydalsvegnum, frákoyring við fast-støðina. Parkeringsøki er við viðtalurnar. Sí kort niðanfyri.

Tað er sera gott busssamband til læknaviðtalurnar. Allar leiðir steðga nær við. Sí kort niðanfyri, har læknaviðtalurnar eru frámerktar.
Sí ferðaætlan hjá bussleiðunum her.

Tað eru ongar trappur í læknaviðtalunum, sostatt er tað lætt atkomiligt hjá fólki við rørslutarni.
KortKort
Kort av læknaviðtalunum

KortKort
Kort av bussleiðum í Tórshavn, tikin av www.torshavn.fo

Tíðindi

Heimasíðan óvirkin

03.03.2026 Sten Larsen
Henda heimasíðan er nú óvirkin. Vit skifta yvir til heimasíðuna Mínlækni - Arnhold Jensen, kommunulækni.

Viðtala 2 í Gundadali

06.01.2026 Sten Larsen
Vegna sjúku fáa vit ikki avgreitt receptir bílagdar á heimasíðuni frá fríggjadegi 02.01.26. frá kl. 13. Hava tyrgum átroðkandi tørv á receptendurnýggjan, kunnu receptir bíleggjast á telefon 310110 gerandisdagar frá kl 8 -11. Umbiðnu receptir verða avgreidar, so skjótt tað verður møguligt. Vh Læknaviðtala 2 í Gundadali

Mars 2026

17.12.2025 Rói á Kósini
Viðtalan er stongd alla viku 11. Tað vil siga frá 9. mars til og við 13. mars. Um tú hevur akuttar heilsutrupulleikar, verður víst til hinar viðtalurnar í Gundadali hetta tíðarskeiðið. Sí nærri kunning á minlaekni.fo

-

10.10.2025 Rói á Kósini
-

Vit fáa ikki svara telefonini

06.10.2025 Sten Larsen
Mánadagin 06.10.25. fáa vit ikki svara telefonini, men hava tygum bráfeingis tørv á læknahjálp ella átroðkandi tørv á recept endurnýggjan verður víst til akut telefonina tlf. 221638. Frá kl. 16 er læknavaktin at hitta á telefon 1870
Fleiri tíðindi