GG! Rørslufagnaður í Gundadali

20.05.2019

Fríggjadagin 24. Mai kl 10 verður Rørslufagnaður í Gundadali. Hetta viðførir, at Gundadalsvegur og Hoydalsvegur verður stongdur kl 10 til 11 . Tað kann koma at ávirka sjúklingarnar sum koma til læknaviðtalu júst hetta tíðarskeiðið.