Kunning

Dygdar heilsuupplýsingar eru at finnað á: Sundhed.dk og nhi.no

Ferðaráðgeving er at finnað á: https://www.ssi.dk/vaccinationer/rejsevaccination

Upplýsing til barnakonur: https://www.sst.dk/da/Viden/Graviditet-og-foedsel  (viðmerkjast skal at ikki allar skipanir eru eins hjá okkum. Td. er eingin 12 vikur skanning í Føroyum)

Heilsuupplýsing um børn til foreldur: https://www.sst.dk/da/Viden/Boernesundhed 

Tað er ókeypis koppseting til børn sum hava bústað í Føroyum. Oftast verða børn koppsett í samband við barnakanning.

Í teimum førum barni skal hava tvær koppsetingar, stremba vit eftir at koppsetingin verður givin av lækna og sjúkrarøktarfrøðingi samstundis.

Foreldrini mugu biða sær tíð hjá lækna til barnakanning og koppseting. Í Føroyum er eingin skipan við áminning til foreldrini um at lata børnini koppseta.

  • 3 mánaðir* - difteri-tetanus-kighosti-polio-Hib og pneumokokkar

  • 5 mánaðir - difteri-tetanus-kighosti-polio-Hib og pneumokokkar

  • 12 mánaðir - difteri-tetanus-kighosti-polio-Hib og pneumokokkar

  • 15 mánaðir* - MFR

  • 4 ár - MFR

  • 5 ár - difteri-tetanus-kighosti-polio endurkoppseting

  • 12 ár* - HPV (2 dosir við 5 mðr millumrúm)

  • 15 ár* - HPV (0, 2 mðr og 6 mðr. Hetta er galdandi fyri børn sum byrja HPV koppseting eftir tey eru fylt 15 ár)

    *hesar koppsetingarnar eru ikki samstundis sum barnakanning


    Børn sum hava bústað uttanlanda hava ikki atgongd til koppseting á sama hátt sum omanfyri. Mælt verður til at lata børnini koppseta aðrenn man kemur til Føroyar.

    Meir kunning um koppseting av børnum fæst frá Sundhedsstyrelsen: https://www.sst.dk/da/Viden/Vaccination/Vaccination-af-boern/Boernevaccinationsprogrammet

Beinkrím:

Hvønn vetur frá 1. novembur ber til at koppseta seg fyri beinkrím. 

Koppsetingin er ókeypis fyri øll fólk, sum eru 67 ár ella eldri.

Hon er eisini ókeypis hjá fólki undir 67 ár, sum hava ávísar sjúkur har læknin metir at beinkrím kann viðføra álvarsligan heilsuvanda. Td. lungnasjúkur, hjartasjúka, diabetes, ovurfiti BMI yvir 40, avvarandi til álvarsliga sjúk fólk í húskinum og til barnakonur

MFR:

Tað verður tilmælt øllum vaksnum at lata seg koppseta móti mæslingum, fárasjúku og reydlingum (MFR koppseting). Hetta er bert galdandi fyri vaksin sum ikki hava fingið barna MFR koppseting. Um tú ert fødd/ur aðrenn 1975 hevur tú mest sannlíkt haft hesar barnasjúkur og tí er MFR koppseting ikki neyðug. Um tú er vitandi um at tú ikki hevur haft mæslingar, kann MFR vaccinatión tilmælast. MFR er serliga týdningarmikið aðrenn uttanlandaferð. Mæslinga útbrot eru javnan á europæiska meginlandinum.

MFR koppseting til vaksin er ókeypis. Verður givin einaferð og virkar helst lívlangt.

Meir kunning um MFR vaccinatión frá Sundhedsstyrelsen:

https://www.ssi.dk/vaccinationer/risikogrupper/gratis-maeslingevacc-til-voksne

Kighosti:

Tað verður tilmælt at øllum barnakonum fáa kighosta vaccinatión í samband við barnakonukanning hjá kommunulækna í viku 34-35. Endamálið við koppsetingini er at verja tað nýfødda barnið móti kighosta. Kighosti er álvarslig sjúku hjá nýføðingum. Somuleiðis kann man verja nýføðingin við at lata eldri systkin koppseta sambart barnavaccinatiónsprogramminum.   

Kighosta vaccinatión til barnakonur verður givin einaferð og virkar í uml 10 ár. Koppsetingin er ókeypis.

Koppseting í samband við ferð:

Víst verður til ferðaráðgeving hjá Statens Serum Institut. https://www.ssi.dk/vaccinationer/rejsevaccination

Vit veita ferðaráðgeving via mail samskifti her á heimasíðuni, men um tað eru ivamál, so er neyðugt at koma í viðtaluna til ráðgeving. Td. gjøgnumgongd av gomul vaccinatiónskortum og risikovurdering í mun til ferðamál.

Øllum ferðandi verður tilmælt ferðatrygging. Um tygum hava heilsutrupuleikar, kann verða neyðugt at seta teg í samband við tryggingarfelagið fyri at kannað um tryggingin dekkar planlagda ferð.

Ferðaráðgeving og koppseting verður ikki goldin av Heilsutrygd. Goldi verður í viðtaluni í samband við 1. koppseting. 400 kr fyri 1. viðtalu og 200kr fyri møguligar eftirfylgjandi viðtalur.

Allar kvinnur millum 25-60 ár fáa bjóðað eina ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa eina innkalling, tá tær fylla 25 ár. Hareftir verður man kannaður 3. hvørt ár. Í onkrun førum verður kanningin framd oftari.

Kanningin verður framd av einum lækna. Tað er ein undirlívskanning, har tað verður tikin ein roynd av kyknunum í lívmóðurhálsinum. Royndin verður send til Danmarkar.

Um tú fært medicin fast, so hevur tú í flestu førum nokk medicin liggjandi á apotekinum inntil næstuferð tú skalt til kontrol hjá lækna. 

Á Vanganum sært tú hvat fyri receptir tú eigur á apotekinum. 

Vit endurnýggja eisini receptir via heimasíðuna og pr. telefon. Av og á er neyðugt at tú kemur í viðtalu í samband við recept endurnýggjan. Tað er fyri at vurdera um viðgerðin riggar, vurdera um viðgerðin er neyðug og vurdera og viðgerðina hevur hjáárin. 

Vanadannandi medicin

Recept endurnýggjan sovimedicin, morfika og onnur sløg av medicin sum kunnu misbrúkast, er bert gjørligt í samband við viðtalu.   

Sjúkrahúsviðgerð

Tað er tann læknin sum hevur ábygdina av viðgerðini sum endurnýggjar receptina. Tvs. um tú gongur til kontrol á sjúkrahúsinum og fært medicin í hesum sambandi, so er tað sjúkrahúslæknin sum hevur ábyrgdina av at senda tær receptir. Um vit senda receptina, so mást tú eisini ganga til kontrol her. Í allarflestu førum er tað ikki neyðugt. Tú fært samband tína deild á sjúkrahúsinum antin via telefon ella mail. Tú finnur telefonnummar og mail búðstað hjá øllum sjúkrahúsdeildum á LS.fo

Viðgerð í Danmark

Um tú fært medicin frá lækna í Danmark, so kann viðkomandi eisini senda receptir til Føroyar. Faxnummar til Tjaldursapotek er 341192

Um tú ert í Danmark og hevur tørv á meir medicin, kunnu vit senda recept, men tú mást finnað títt nærmasta apotek og upplýsa okkum teirra faxnummar.  

Fastlønt:

Sjúkramelding er skjal frá lækna til arbeiðsgevari sum dokumenterar óarbeiðsføri vegna sjúku. Sum oftast er sjúkufráboðan ein álitisspurningur millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara og tí er læknaváttan ikki neyðug. Arbeiðstakari skal bara boða arbeiðsgevara frá óarbeiðsføri. Um arbeiðsgevarin krevur váttan kunnu vit útflýggja slíka. Antin við at senda til arbeiðsgevara eftir skrivliga umbøn inkl. samtykki frá sjúklingi ella við at útflýggja skjal til sjúklingin.

Arbeiði læknans í samband við sjúkrameldingar er ikki fevnt av Heilsutrygdargjaldinum. Sum útgangspunkt eigur arbeiðsgevarin í slíkum føri at bera kostnaðin av at fáa læknaváttanina til vega. Men tað er ymiskt hvussu hetta verður praktisera og tí fær sjúklingurin rokningina, sum so í summum førum verður refundera av arbeiðsgevaranum. Rokningin er 200 kr.

Arbeiðsgevari hevur ikki krav upp á upplýsingar um orsøk til óarbeiðsføri og vit upplýsa ikki slíkt í samband við sjúkramelding.

Víst verður eisini til Lóg um Starvsmenn §5 Stk. 4. Undir sjúku, sum er longri enn 14 dagar, hevur arbeiðsgevari rætt til, uttan útreiðslur fyri starvsmann, at krevja sær upplýsingar um drúgd sjúkunar gjøgnum starvsmansins lækna ella gjøgnum ein av starvsmanninum valdum serlækna. Lúkar starvsmaður ikki hesa skyldu, uttan at góðar grundir eru til tess, hevur arbeiðsgevari rætt til at slíta tænastuna uttan frest.

Tímalønt og sjófólk:

Dagpeningaskipanin veitir viðbót fyri lønarmiss í samband við sjúku. Til hetta krevst læknaváttan sum vit senda til Almannaverkið. Arbeiðstakarin skal ikki gjalda fyri læknaváttanina. Almannaverkið krevur upplýsingar um hvussu leingi roknast kann við óarbeiðsføri og orsøk til óarbeiðsføri.

Víst verður eisini til https://www.av.fo/fo/utgjold-og-veitingar/sjukradagpengar/

Tað er ikki møguligt at skriva læknavátanir við afturvirkandi kraft. Tvs. at tú mást seta teg í samband við lækna tá tú ert sjúk/ur.

Serligar ásetingar eru í Dagpeningslógini um sjúkrameldingar í samband við sjúku hjá barni og hjúnafelaga. Vísti verður til av.fo ella av@av.fo ella telefon 360000