Tíðindi

OBS - vegna CORONA

16.03.2020

Fyri at minka um smittuvanda verða vit komandi vikurnar noydd til at minka um talið av fólki sum koma í bíðirúmið. Tvs. at ikki bráneyðugar viðtalur kunnu blíva útsettar og tað ber ikki til at bíleggja tíð til ikki bráneyðuga tænastu.Mælt verður til IKKI, at møta upp í viðtaluna uttan avtalu. Biðjast kann ikki um tíð umvegis heimasíðuna í løtuni.

 
 

Nýggjastu tíðindi

SUMMARFRÍ - Viðtalan hjá Sten Larsen, kml stongd í tíðarskeiðnum 19.05.25. -30.06.25

15.05.2025 Sten Larsen
Viðtalan hjá Sten Larsen, kml. (Læknaviðtala 2) er stongd frá 19.05.25. - 30.06.25. vegna summarfrí. 19.-23.mai ber tó til, at endurnýggja receptir og biðja um svar uppá prøvar. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp í nevnda tíðarskeiði, verður víst til eina av hinum kommunulæknaviðtalunum í Gundadali - Dávið Michelsen, tlf. 302233, Rói á Kósini tlf. 321410, Jóna Hensen tlf. 319520. - - - 01.07.25. fer Sten Larsen, kml frá við pensión. Við bestu ynskjum verður takkað fyri tíðina í Gundadali.

Viðtalan hjá Sten Larsen, kml. stongd 14.04.25

14.04.2025 Sten Larsen
Viðtalan hjá Sten Larsen,kml er stongd 14.04.25.Við átroðkandi tørv á læknahjálp, verður víst til ein av hinum kommunulæknunum í Gundadali - Dávið Michelsen, kml. tlf. 302233, Rói á Kósini, kml. tlf 321410 ella Jónu Hansen, kml tlf 319520.

Lukkað fyri bílegging av tíð á heimasíðuni

08.04.2025 Sten Larsen
Lukkað er fyri bílegging av tíð á heimasíðuni. Við tørv á tíð til viðtalu, ber til at ringja á tlf. 310110 gerandisdagar millum kl 8-12.

Jólafrí

23.12.2024 Sten Larsen
Viðtalan hjá Sten Larsen, kml er stongd frá 24.12.24. til og við 01.01.25. Um átroðkandi tørvur er á læknahjálp um høgtíðina er læknavaktin at hitta á tlf. 1870. Við átroðkandi tørv á læknahjálp í dag tímunum 27. og 30. dec. verður víst til ein av hinum kommunulæknaviðtalunum í Gundadali - Rói á Kósini tlf. 321410, Dávið Michelsen tlf. 302233 ella Jónu Hansen tlf. 319520. Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Viðtalan stongd frá 11. til 15. nov. 2024

08.11.2024 Sten Larsen
Viðtalan hjá Sten Larsen, kml. er stongd frá 11. - 15. nov. 2024. Til ber at endurnýggja receptir á tlf 310110 millum kl 8-10.45 ella á heimasíðuni - aðrar funkur á heimasíðuni eru óvirknar nevnda tíðarskeið. Um tú hevur akuttan heilsutrupuleika, verður víst til  viðtalu 1, 3 ella 4 í Gundadali hesar dagar. Viðtala 1 tlf. 319520 Viðtala 3 tlf 321410, Viðtala 4 tlf. 302233. Gerandisdagar frá kl 16 og í vikuskiftinum er læknaváktin at hitta á tlf. 1870