Tíðindi

Feria 11.- 23. mai 2018

09.05.2018

Vegna feriu, er viðtalan stongd frá fríggjadeginum 11.mai. Opið er aftur mikudagin 23. mai. Hava tygum átrokandi tørv á læknahjálp og endurnýggjan av reseptum, verður víst til Jenis av Rana kommunulækna. Eftir kl. 16 og í vikuskiftinum, er vaktlækni at hitta á telefon 1870 Tað ber ikki til at samskifta um heimasíðuna meðan vit eru burtur

 
 

Nýggjastu tíðindi

Heimasíðan óvirkin

22.09.2023 Sten Larsen
Frá fríggjadag 22.09.23. kl. 10 til og við 01.10.23. er heimasíðan óvirkin. Til ber heldur ikki at samskifta umvegis teldupost. Hava tygum tørv á viðtalu við lækna, endurnýggja recept v.m. verður víst til tlf 310110, sum svarar millum kl. 8-12.

Tíðarbílegging

28.08.2023 Sten Larsen
Í løtuni ber ikki til at bíleggja tíð á heimasíðuni. Hava tygum tørv á eini viðtalutíð kann ringjast á tlf. 310110 - gerandisdagar millum kl. 8-12.

Kunning

23.08.2023 Sten Larsen
Ongin viðtala er frá kl. 12 mikudag 23.08.23. til og við 25.08.23. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp verður víst til ein av hinum kommunulæknunum í Gundadali ella Ingu Maretu Joensen, kommunulækna.

Summarfrí frá 31.07.23. -21.08.23.

26.07.2023 Sten Larsen
Vegna summarfrí er viðtalan stongd frá 31. juli til og við 20. aug. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp verður víst til ein av hinum kommunulæknunum í Gundadali ella Ingu Maretu Joensen, kml. Eftir kl 16 er læknavaktin at hitta á tlf. 1870- Heimasíðan er óvirkin nevnda tíðarskeið. Til ber heldur ikki at samskifta umvegis teldupost.

Stongt á Ólavsøku

25.07.2023 Sten Larsen
Viðtalan er stongd Ólavsøkuaftan 28. juli. Hava tygum bráfeingis tørv á læknahjálp, verður víst til læknaviðtalu 1 í Gundadali tlf. 319520. Frá kl. 12 verður víst til læknavaktina tlf. 1870