25.10.2024 Sten Larsen
Vegna jarðarferð er viðtalan hjá Sten Larsen, kml. stongd frá kl. 10.45 fríggjadagin 25.10.24. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp verður víst til læknaviðtalu 3 ella 4 í Gundadali. Frá kl 16 er læknavaktin at hitta á tlf. 1870.
13.09.2024 Sten Larsen
Viðtalan er stongd frá 16.09.24. til og við 27.09.24. Bráðneyðug læknahjálp fæst frá hinum læknunum í Gundadali tlf.302233, 319520 - heimasíða www.minlaekni.fo ella tlf 321410 heimasíða laknargundadalur.fo Eftir kl. 16.00 hittist læknavaktin á telefon 1870. Hetta tíðarskeiðið ber ikki til at samskifta umvegis heimasíðu okkara ella teldupost.
01.08.2024 Sten Larsen
Í løtuni ber ikki til at bíleggja tíð umvegis heimasíðuna. Hava tygum tørv á læknahjálp ber til at ringja á tlf. 310110 millum kl 8-12.
28.06.2024 Sten Larsen
Vegna summarfrí er viðtalan stongd frá 1.juli til og við 29.juli. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp, verður víst til ein av hinum kommunulæknunum í Gundadali. Aftaná kl. 16, í vikuskiftinum og á Ólavsøku verður víst til vaktlæknan á tlf. 1870. HEIMASÍÐAN og telduposturin er óvirkin nevnda tíðarskeið.
17.06.2024 Sten Larsen
Frá í dag 17. juni til og við 30. juli ber ikki til at bíleggja viðtalu tíð á heimasíðu okkara. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp kann tíð bíleggjast á tlf 310110. Til ber ikki at bíleggja tíð á telduposti ella undir hinum teigunum á heimasíðuni.