12.05.2022 Sten Larsen
Frá í dag 12.05.22. til og við týsdagin 17.05.22 er heimasíðan lukkað. Til ber ikki, at samskifta umvegis teldupost ella heimasíðuna nevndu dagar. Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp í nevnda tíðarskeiði, verður víst til eina av hinum læknaviðtalunum í Gundadali. Frá kl. 16, Dyrabiðidag og í vikuskiftinum verður víst til vaktlæknan við átroðkandi tørv á læknahjálp - tlf. 1870
29.04.2022 Jenis av Rana
Tað ber ikki til at samskifta umvegis heimasíðuna frá 29.apríl - 9. maii 2022 Hava tygumi tørv á einari tíð og at bíleggja heilivág, kann ringjast til viðtaluna á tlf. 319520
21.04.2022 Jenis av Rana
Viðtalan er stong fríggjadagin 22.apríl Hevur tú átrokandi tørva á læknahjálp 22. apríl, verður víst til hinar kommunlæknarnar í húsinum. Flaggdagin verður víst til læknavaktina á tlf. 1870. Tað ber ikki til at samskifta um heimasíðuna meðan vit eru burturstødd
12.04.2022 Sten Larsen
Viðtalan hjá Sten Larsen, kommunlækna er stongd mikudagin 13.04.22. Hava tygum átroðkan tørv á læknahjálp, verður víst til læknaviðtaluna hjá Róa á Kósini ella Jenis av Rana. Við átroðkandi tørv eftir kl 16, í vikuskiftinum og heilidagarnar verður víst til vaktlæknan á tlf. 1870. Frá 12.04.22. til og við 18.04.22. ber ikki til at gera bíleggingar á heimasíðuni ella umvegis teldupost.
11.04.2022 Jenis av Rana
Tað ber ikki til at bíleggja tíð umvegis heimasíðuna í viku 29 og 30. Hava tygum átrokandi tørv á einari tíð hjá lækna, kann ringjast til viðtaluna á tlf. 319520