Viðtalan stongd vegna summarfrí 12. til og við 27. sept.

08.09.2022

Vegna summarfrí er viðtalan hjá Sten Larsen, kml. stongd frá 12. til og við 27. sept. Hava tygum bráneyðugan tørv á læknahjálp ella reseptendurnýggjan í hesum tíðarskeiði, verður víst til hinar kommunulæknaviðtalurnar í Gundadali og kommunulæknan í Berjabrekku Inga Marete Joensen. Heimasíðan og teldupostur eru óvirkin hesar dagarnar. Frá kl 16 gerandisdagar og í vikuskiftinum, er læknavaktin at hitta á telf. 1870.