Tíðindi

CORONA

12.03.2020

Fyri at minka um smittuvanda verða vit komandi vikurnar noydd til at minka um talið av fólki sum koma í bíðirúmið. Bert ein sjúklingur má sita í bíðirúminum í senn. Um møguligt skulu fleiri viðtalur avgreiðast pr. telefon og mail. Um tú hevur heilsutrupuleikar sum krevur uppmøting hjá lækna, fært tú tíð skjótast til ber.

 
 

Nýggjastu tíðindi

Summarfríð 6. -20. juli 2020

29.06.2020 Sten Larsen
Vegna summarfrí er viðtalan stongd frá 6. - 20. juli 2020.Hava tygum átroðkandi tørv á læknahjálp verður víst til ein av læknunum í læknahúsinum á Tinghúsvegi 70. Rói á Kósini, kml tlf. 321410, Katrin Rubek Nielsen, kml. tlf. 302233, Jenis av Rana, kml. v/ Jónu Hansen, kml. 319520.Til ber ikki at samskifta umvegis heimasíðuna hetta tíðarskeiðið. Teldupostar verða heldur ikki svaraðir.

Viðtalan stongd 19.06.20

18.06.2020 Jenis av Rana
Viðtalan er stongd fríggjadagin 19.juni. Opið er aftur mánadagin 22.juni. Hava tygum átrokandi tørv á læknahjálp verður víst til hinar kommulæknarnar í Gundadali Eftir kl. 16 og í vikuskiftinum er vaktlækni at hitta á telefon 1870. Tað ber ikki til at samskifta um heimasíðuna meðan vit eru burturstødd

Viðtalan stongd 8.apríl og á páskum

07.04.2020 Jenis av Rana
Viðtalan er stongd mikudagin 8.apríl og um páskirnar Opið er aftur týsdagin 14.apríl Hava tygum átrokandi tørv á læknahjálp verður víst til hinar kommulæknarnar í Gundadali. Eftir kl. 16 og á páskum er vaktlækni at hitta á telefon 1870. Tað ber ikki til at samskifta um heimasíðuna meðan vit eru burturstødd

OBS - vegna CORONA

16.03.2020 Sten Larsen
Fyri at minka um smittuvanda verða vit komandi vikurnar noydd til at minka um talið av fólki sum koma í bíðirúmið. Tvs. at ikki bráneyðugar viðtalur kunnu blíva útsettar og tað ber ikki til at bíleggja tíð til ikki bráneyðuga tænastu.Mælt verður til IKKI, at møta upp í viðtaluna uttan avtalu. Biðjast kann ikki um tíð umvegis heimasíðuna í løtuni.

Corona

13.03.2020 Jenis av Rana
Fyri at minka um smittuvanda verða vit komandi vikurnar noydd til at minka um talið av fólki sum koma í bíðirúmið. Tvs. at ikki bráneyðugar viðtalur kunnu blíva útsettar og tað ber ikki til at bíleggja tíð til ikki bráneyðuga tænastu.