Av tí at viðtalan er ómannað við lækna er viðtalan stongd frá mánadeginum 8.august. Fyri at fáa nærri kunning um nær lækni verður aftur, verður víst til Heilsutrygd. Hava tygum átrokandi tørv á læknahjálp verður víst til hinar kommunulæknarnar í býnum. Eftir kl.16 og vikuskiftinum er vaktlækni at hitta á tlf. 1870.