Læknahúsið í Gundadali

Hetta er heimasíðan hjá læknunum í Gundadali

Læknahúsið í Gundadali hevur 4 læknaviðtalur. Tær virka sum 4 sjálvstøðugar eindir. Tað er tó soleiðis, at er ein læknaviðtala stongd, verður víst til eina aðra, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp.

Heimasíðan virkar sum heimasíða fyri allar læknarnar í Gundadali. Høgrumegin síggjast tíðindi frá ymsu læknunum. Eisini hevur hvør lækni eina undirsíðu, har tíðindi, sum eru viðkomandi fyri sjúklingar hjá tí læknanum, standa. Umframt er møguleiki fyri at bíleggja/avlýsa tíð, bíleggja heilivág og fáa svar um kanningar.

Tær 4 læknaviðtalurnar í Gundadali eru:

Bilsamband, busssamband og atgongd fyri rørslutarnað

Læknaviðtalurnar eru á Tinghúsvegi 70. Koyrandi er frá Hoydalsvegnum, frákoyring við fast-støðina. Parkeringsøki er við viðtalurnar. Sí kort niðanfyri.

Tað er sera gott busssamband til læknaviðtalurnar. Allar leiðir steðga nær við. Sí kort niðanfyri, har læknaviðtalurnar eru frámerktar.
Sí ferðaætlan hjá bussleiðunum her.

Tað eru ongar trappur í læknaviðtalunum, sostatt er tað lætt atkomiligt hjá fólki við rørslutarni.
KortKort
Kort av læknaviðtalunum

KortKort
Kort av bussleiðum í Tórshavn, tikin av www.torshavn.fo

Tíðindi

Páskafrí frá 26.03.24. - til og við 01.04.24.

25.03.2024 Sten Larsen
Viðtalan hjá Sten Larsen, kml. er stongd 26. og 27. mars. Um tú hevur bráfeingis tørv á læknahjálp:Týsdagin vísa vit til viðtaluna hjá Jónu Hansen https://minlaekni.fo/gundadalur-01 telefon 31 95 20. Mikudagin til viðtaluna hjá Róa á Kósini https://laknargundadalur.fo/Rói á Kósini, tlf. 321410 Um páskahøgtíðina og í vikuskiftinum verður víst til vaktlæknan á tlf. 1870. Heimasíðan og telduposturin er óvirkin til og við 01.04.24.

Páskafrí

24.03.2024 Rói á Kósini
Viðtalan er stongd mánadagin 25/3 og týsdagin 26/3. Um tú hevur bráfeingis tørv á læknahjálp: Mánadagin vísa vit til viðtaluna hjá Sten Larsen https://laknargundadalur.fo/Sten-Larsen telefon 31 01 10 Týsdagin vísa vit til viðtaluna hjá Jónu Hansen https://minlaekni.fo/gundadalur-01 telefon 31 95 20

Heimasíðan óvirkin

22.11.2023 Sten Larsen
í løtuni er heimasíðan óvirkin. Ring á tlf 310110 um tygum hava tørv á at endurnýggja recept, bíleggja/broyta/avlýsa tíð ella fáa svar uppá prøvar. Til ber ikki at samskifta umvegis teldupostin.

Heimasíðan minlakni.fo

20.11.2023 Øll
Viðtala 1 og 4 nýta ikki longur hesa heimasíðuna. Viðtala 1 (fyrr Jenis av Rana) og viðtala 4 (fyrr Katrin Rubek Nielsen) sí minlakni.fo

Heimasíðan óvirkin

16.11.2023 Sten Larsen
Frá kl. 11.30. hósdag 16.11.23. til og við fríggjadagin 17.11.23. verða bíleggingar á heimasíðuni ikki svaraðar/avgreiddar.
Fleiri tíðindi